Eftirløgargjaldið í 2017 er 4.025 kr.

Eftirlønarútgjaldið í 2017 er 4.025 kr

Tórshavn 19.09.16
Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin

 

Tíðindaskriv

Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin hevur samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við 3 % frá 1. januar 2017, soleiðis at eftirlønin fer frá 3.910 til 4.025 kr. um mánaðin. Samlaða eftirlønin komandi ár verður tí 48.300 kr. Ásetingin er galdandi fyri árið 2017.

Lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið í seinasta lagi 1. oktober fyri álmanakkaárið eftir.

Í 2015 vóru útgoldnar nærum 268 mió. kr. í eftirlønum úr arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, meðan útgjaldið til eftirløn í 2016 er mett til 360 mió. kr.

Hava tit spurningar eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Fígging Landsins, telefon 352400 ella teldupost malan.johansen@gjaldstovan.fo.