Tórshavn 29.09.12
Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin
Tíðindaskriv
Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin hevur á fundi 28.09 2012 samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við umleið 3 % frá 01.01.2013, soleiðis at eftirlønin verður 2.850 kr um mánaðin, sum er 34.200 kr um árið. Ásetingin er galdandi fyri árið 2013.
Løgtingslógin um eftirlønargrunnin er frá 1991, men hon er broytt nakrar ferðir. Lógin ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið eina ferð um árið fyri álmanakkaárið eftir.
Løgtingslógin er seinast broytt tann 28.04.2009 við virknaði frá 01.07.2009. Øll, sum fingu eftirløn áðrenn henda dag, fáa nú fulla eftirløn. Tann, sum verður 67 ár aftaná 1. Juli 2009, sum býr í Føroyum, og sum hevur búð her í 40 ár ella meira millum 15 og 67 ára aldur, fær fulla eftirløn. Hevur hann búð í minni enn 40 ár, fær hann brotpensjón millum 3/40 og 39/40. Tann persónur, sum hevur búð í Føroyum í meira enn 3 ár, tá hann var millum 15 og 67 ára aldur, sum býr uttanlands, tá hann fyllir 67 ár, kann søkja um at fáa eftirløn.
Lønmóttakarar og arbeiðsgevarar hava síðan 1. januar 1992 goldið í grunnin. Lønmóttakarar og arbeiðsgevarar rinda ein prosentpart av ávikavist a-inntøkuni og útgoldnu lønini, so hvørt lønin verður útgoldin. Arbeiðsgevarar kunnu tó velja at rinda í samband við útgjalding av løn, annars fáa teir rokning fyri undanfarna mánað. Frá 1. januar 2008 hava lønmóttakarar og arbeiðsgevarar rindað hvør 1,75% av gjaldsskyldugu inntøkuni/útreiðsluni.
Persónar rinda ikki í grunnin aftaná at hava fylt 67 ár. Persónar, sum ikki hava búð í Føroyum fyrr og sum flyta higar eftir at hava fylt 64 ár, rinda ikki í grunnin.
Eftirlønarveitingin er ásett soleiðis, at grunnurin sleppur undan at lækka hana seinni, og í staðin fyri hevur møguleika fyri at lata eina vaksandi upphædd, sum í minsta lagi veksur líka nógv sum inflatiónin.
Eftirlønarútgjaldið var 82% av inngjøldunum í 2011 og væntast at vera 87% av inngjøldunum í 2013.
Reglurnar um útgjald úr grunninum eru ásettar í løgtingslóg nr 39 frá 07.05.1991, sum seinast broytt við løgtingslóg nr 129 frá 28.04.2009 og í kunngerð nr 146 frá 25.11.2009. Eftir hesum reglum er tað TAKS, sum stendur fyri útgjaldinum, og hvønn mánað setur veitingina á konto hjá hvørjum eftirlønarmóttakara í føroyskum sparikassa, banka ella postgiro.