Tórshavn 21.09.18
Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin
Tíðindaskriv
Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin (AMEG) hevur samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við 23% frá 1. januar 2019, soleiðis at eftirlønin fer frá 4.545 kr. um mánaðin til 5.590 um mánaðin í 2019. Samlaða eftirlønin komandi ár verður tí 67.080 krónur. Ásetingin er galdandi fyri árið 2019.
Størsta orsøkin til hækkingina á 23% er, at inngjaldið til AMEG frá persónum og arbeiðsgevarum hækkar úr 2,5% til 3% í 2019 og frameftir.
Lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið í seinasta lagi 1. oktober fyri álmanakkaárið eftir.
Í 2017 vóru útgoldnar 384 mió. kr. í eftirlønum úr AMEG, útgjaldið til eftirløn í 2018 er mett til 451 mió. kr. og til 565 mió. kr. í 2019
Hava tit spurningar eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Landsbanka Føroya, telefon 360600 ella teldupost malan@landsbankin.fo.