Eftirlønargjaldið í 2015 er 3.010 kr.

Eftirlønarútgjaldið í 2015 er 3.010 kr

Tórshavn 01.10.2014
Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin

               

Tíðindaskriv

 

Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin hevur samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við 2,7 % frá 1. januar 2015, soleiðis at eftirlønin fer frá 2.930 til 3.010 kr. um mánaðin, sum er 36.120 kr. um árið. Ásetingin er galdandi fyri árið 2015.


Lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið í seinasta lagi 1. oktober fyri álmanakkaárið eftir.


Eftirlønarútgjaldið var 86% av inngjøldunum í 2013 og væntast at vera 88% av inngjøldunum í 2014. Í 2013 vóru útgoldnar 238,8 mió. kr. í eftirlønum úr arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum


Hava tit spurningar eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Fígging Landsins, telefon 352400 ella teldupost malan.johansen@gjaldstovan.fo.