At sita fyri eftirlønargrunninum er eitt stýrið valt, sum hevur tríggjar limir. Ein umboðadi arbeiðsgevarar, ein umboðandi løntakarar og stjórin í Landsbankanum, sum eisini er formaður í stýrinum fyri eftirlønargrunnin.
Stýrislimirnir vera valdir fyri 3 ár í senn.
Limirnir í stýrinum eru:
Malan Johansen, forkvinna
Kristoffur Laksá, stýrislimur
Georg F. Hansen, stýrislimur
Starvsskipanin, sum er góðkend av landsstýrismanninum, sæst her.
Til at fyrisita Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin er avtala gjørd við Landsbankan. Millum uppgávurnar er íløgurøktin av ognini hjá grunninum. Hon verður fyrisitin eftir heimild frá stýrinum, sambært kunngerð. Kunngerðin við heimildini sæst her.
Eru spurningar ella ivamál viðvíkjandi Grunninum ber tí til at venda sær til Landsbankan (360600).
Sambært § 8 í lógini hevur TAKS um hendi inngjaldingar í grunnin. Arbeiðsmarknaðargrunnurin hevur eisini gjørt avtalu við TAKS at hava um hendi útgjaldingar úr grunninum, sum heimilað í § 8 stk. 2.