Eftirlønargjaldið í 2024 er 6.325 kr.

Eftirlønarútgjaldið í 2024 er 6.325 kr

Tórshavn 27.09.2023

Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin

 

Tíðindaskriv

Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin (AMEG) hevur samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við 255 kr. um mánaðin frá 1. januar 2024. Tað svarar til eina hækking á 4,2% soleiðis at eftirlønin fer frá 6.070 kr. um mánaðin í 2023 til 6.325 kr. um mánaðin í 2024. Samlaða eftirlønin komandi ár verður tí 75.900 kr. Ásetingin er galdandi fyri árið 2024.

Lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið í seinasta lagi 1. oktober fyri álmanakkaárið eftir.

Í 2022 vóru útgoldnar 648 mió. kr. í eftirlønum úr AMEG, útgjaldið til eftirløn í 2023 er mett til umleið 675 mió. kr. mió. kr. og til 740 mió. kr. í 2024.

Ársfrágreiðingin hjá AMEG kunnu tit taka niður á heimasíðuni hjá AMEG, www.ameg.fo 

Hava tit spurningar eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Landsbanka Føroya, telefon 360600 ella teldupost malan@landsbankin.fo.