Eftirlønargjaldið í 2022 er 5.955 kr.

Eftirlønarútgjaldið í 2022 er 5.955 kr

Tórshavn 28.09.2021

Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin

 

Tíðindaskriv

Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin (AMEG) hevur samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við 90 kr. um mánaðin frá 1. januar 2022. Tað svarar til eina hækking á 1,5% soleiðis at eftirlønin fer frá 5.865 kr. um mánaðin í 2021 til 5.955 kr. um mánaðin í 2022. Samlaða eftirlønin komandi ár verður tí 71.460 krónur. Ásetingin er galdandi fyri árið 2022.

Lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið í seinasta lagi 1. oktober fyri álmanakkaárið eftir.

Í 2020 vóru útgoldnar 600 mió. kr. í eftirlønum úr AMEG, útgjaldið til eftirløn í 2021 er mett til umleið 630 mió. kr. mió. kr. og til 655 mió. í 2022.

Ársfrágreiðingin hjá AMEG kunnu tit taka niður á heimasíðuni hjá AMEG, www.ameg.fo. 

Hava tit spurningar eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Landsbanka Føroya, telefon 360600 ella teldupost malan@landsbankin.fo.