Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin
Tíðindaskriv
Løgtingið samtykti 23. desember 2015 at hækka inngjaldið til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin við 0,50% bæði fyri persónar og arbeiðsgevarar. Lógin er síðani lýst á kunngerðarportalinum í kunngerðablaðnum frá 28. desember 2015.
Løgtingslógin nr. 153 frá 23. desember ásetir eisini, at stýrið kann broyta veitingina fyri 2016, um fyritreytirnar fyri ásetingina av veitingini broytast. Við broytingini í inngjaldinum í grunnin veksur inntøkan í Arbeiðmarknaðareftirlønargrunninum frá 2016 og frameftir. Hetta gevur grundarlag fyri at áseta gjaldið av nýggjum fyri 2016, sum lóg nr. 153 frá 23. desember eisini gevur stýrinum heimild til.
Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin hevur tí samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við 800 kr. afturat um mánaðin í 2016 soleiðis, at útgjaldið í 2016 verður 3.910 kr. um mánaðin ella 46.920 kr. um árið. Útgjaldið í 2015 var 3.010 kr. um mánaðin og er hækkingin frá 2015 til 2016 tí knapt 30%.
Útgjaldið fyri januar var útgoldið pensjónistunum í desember, tí verður útgjaldið næstu ferð 3910+800=4.710 kr., og so eftir tað 3.910 kr. um mánaðin restina av 2016.
Hava tit spurningar eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Fígging Landsins, telefon 352400 ella teldupost malan.johansen@gjaldstovan.fo.