Tórshavn 22. mai 2018
Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðaraeftirlønargrunnin
Tíðindaskriv
Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin hevur í dag samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við 400 kr. um mánaðin í 2018 soleiðis, at útgjaldið í 2018 verður 4.145 + 400 kr., tað er 4.545 kr. um mánaðin.
Løgtingið samtykti 24. apríl 2018 at hækka inngjaldið til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin við 0,25% bæði fyri persónar og arbeiðsgevarar fyri alt 2018. 30. apríl er lógin lýst á kunngerðarportalinum.
At inngjaldið í 2018 er hækkað ger, at stýrið hevur samtykt at áseta útgjaldið fyri 2018 av nýggjum, sum lógarbroytingin eisini gevur heimild til.
Mánaðarliga útgjaldið úr AMEG í 2018 er tí í dag ásett at vera 4.545, sum er 13% meira, enn mánaðarliga útgjaldið í 2017, tá tað var 4.025 kr. Samlaða útgjaldið fyri ein pensjónist, sum hevur rætt til fult útgjald er í 2018 54.540 kr.
Útgjaldið fyri januar til og við mai hevur verið 4.145 kr. Fyri at fáa hetta í rættlag, soleiðis at útgjaldið er 4.545 um mánaðin eisini fyri fyrstu fimm mánaðirnar, fáa pensjónistarnir tí eina eingangs upphædd á 400 * 5 mánaðar = 2.000 kr við útgjaldinum við mánaðarenda mai. Hetta umframt mánaðargjaldið fyri juni, sum er 4.545. Útgjaldið fyri juli til desember verður síðani 4.545 kr. um mánaðin.
Tey sum hava spurningar eru vælkomin at seta seg í samband við Landsbankan, sum umsitur Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, telefon 360600 ella teldupost malan@landsbankin.fo.