Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin
Tíðindaskriv
Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin hevur samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við 3,3% frá 1. januar 2016, soleiðis at eftirlønin fer frá 3.010 kr. til 3.110 kr. um mánaðin. Samlaða eftirlønin komandi ár verður tí 37.320 kr. Ásetingin er galdandi fyri árið 2016.
Lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið í seinasta lagi 1. oktober fyri álmanakkaárið eftir.
Eftirlønarútgjaldið var 88% av inngjøldunum í 2014 og væntast at vera gott 90% av inngjøldunum í 2015. Í 2014 vóru útgoldnar nærum 253 mió. kr. í eftirlønum úr arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum
Hava tit spurningar eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Fígging Landsins, telefon 352400 ella teldupost malan.johansen@gjaldstovan.fo.