Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin
Tíðindaskriv
Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin hevur á fundi 23.09.2013 samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við 2,8 % frá 1. januar 2014, soleiðis at eftirlønin verður 2.930 kr. um mánaðin, sum er 35.160 kr. um árið. Ásetingin er galdandi fyri árið 2014.
Lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið í seinasta lagi 1. oktober fyri álmanakkaárið eftir.
So leingi talið av pensjonistum er hækkandi er neyðugt at eftirlønarveitingin verður ásett soleiðis, at grunnurin sleppur undan at lækka hana seinni. Hon veksur tí spakuliga, men í minsta lagi líka nógv sum inflatiónin.
Eftirlønarútgjaldið var 84% av inngjøldunum í 2012 og væntast at vera 87% av inngjøldunum í 2013. Í 2012 vóru útgoldnar 227,4 mió. kr. í eftirlønum úr arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Annfinn V. Hansen, formann fyri stýrið, telefon 239590 ella teldupost annfinn@advokat.fo